Broyting í býarplaninum fyri Eysturkommunu í Leirvík

Eysturkommunu býráð samtykti á fundi 30. januar 2025, at broyta býarplanin í Leirvík.

Ætlanin er at broyta allan matr.339ar og part av matr. nr. 339a í Leirvík frá at vera B2-Bústaðarøki við serstakari byggisamtykt til E-Almenn endamál og stovnar. Økið verður lagt av til almennar stovnar, til undirvísing, heilsurøkt, mentanarlig og átrúnaðarlig endamál o.t

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina á omanfyri nevndu matrikklum í Leirvík, liggur frammi á hesi síðuni og í móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 17. mars 2025 og til og við 28. apríl 2025.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi, í seinasta lagi 28. apríl 2025.

Eysturkommuna

14. mars 2025

Search by