Freistin at søkja um mentanarstuðul er 1. apríl

Á hvørjum ári veitir Eysturkommuna stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi, ið er viðkomandi fyri kommununa. Í hesum sambandi eru tvær umsóknarfreistir um árið – tann 1. apríl og 1. september.

Hetta merkir, at komandi freistin fyri at søkja um stuðul er leygardagin 1. apríl.

Møguleiki er at søkja um stuðul til virksemi innan hesi øki:

  1. Rakstur og húsastuðul til feløg
  2. Skúlavitjanir, ferðir (bólkar og einstaklingar)
  3. Útgávuvirksemi
  4. Onnur mentanarlig tiltøk, verkætlanir og tílíkt

Mentanarnevndin avger, hvør fær stuðul. Er talan um stuðul, ið er hægri enn 30.000 kr., skal málið leggjast fyri býráðið.

Mannagongd fyri umsøkjarar

Umsøkjarar skulu søkja umvegis Vangan ella brúka oyðiblaðið longur niðri.

Oyðiblaðið skal sendast til studul@eystur.fo. Umsóknin verður síðan løgd fyri mentanarnevndina til støðutakan.

Umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi 4 vikur eftir umsóknarfreistin er farin.

Search by