Earth Hour í Eysturkommunu

Í samband við altjóða átakið Earth Hour, fara vit í Eysturkommunu at sløkkja gøtuljósini leygardagin 22. mars frá kl. 20.30 – 21.30.

Á hvørjum ári verður henda heimsumfatandi hending hildin fyri at fáa fólk at sløkkja ljósini í 60 minuttir, m.a fyri at undirstrika, hvussu týdningarmikið tað er at taka veðurlagsbroytingar í álvara og fyri at verja náttúruna.

Allir borgarar hava møguleika at vera við í hesum átaki. Tað einasta, tit skulu gera, er at sløkkja ljósini hendan tíman.

Fyrireikararnir handan átakið, WWF, siga soleiðs:

“Earth Hour er tímin, har fólk kring allan heimin sløkkja ljósini, til frama fyri jørðini. Vit skulu endurreisa sambandi til okkara felags gongustørnu – móður jørð. Tískil sløkkja vit ljósini og birta vón.”WWF, fyrireikarar av Earth Hour

Samstundis vilja vit heita á allar borgarar, bæði tey í bili og til gongu, um at vera eyka varin hesa løtuna ljósini eru sløkt.

Search by