Í ár fara vit at royna okkurt nýtt!

Tíbetur er minni rusk, men ruddingardagurin er framvegis gagnligur og hugnaligur! Í ár fer Eysturkommuna at royna okkurt nýtt. Hetta skal verða eitt royndarár. Eftir árið meta vit um, hvussu dagurin gekk, og tillaga ætlanina, so hon verður enn betri í næsta ár.

Í viku 22 ella 23 hittast vit ein seinnapart. Vit eta eina heita máltíð saman, og so fara vit at rudda (dagf. og hvar vit savnast kemur seinni). Umframt at rudda, kunnu borgarar í ár eisini gera smáar verkætlanir, sum gagna øllum.

Sum dømi kann nevnast:

  • Hampa fram við áum
  • Hampa um grøn økir, t.d. lundir
  • Gera lítið trivnaðarøki
  • Hampa um verandi gøtur
  • Planta/fríðka

Hevur tú eitt uppskot til eina verkætlan?

Send okkum eitt sindur av kunning um verkætlanina. T.d eina mynd av kortal, mynd av staðnum, eina tíðarætlan, og hvat skal brúkast av tilfari og arbeiðskraft.

Uppskot skulu sendast til kommununa í seinasta lagi fríggjadagin, 02. mai á eystur@eystur.fo.

Í ár royna vit hetta, og tí avger kommunan, hvørjar verkætlanir verða til nakað. Summi hugskot mugu bíða, og onnur verða kanska vrakað. Við vón um góða undirtøku og ynskjum um ein góðan ruddi- og fríðkanardag 2025 hjá okkum øllum íbúgvum í Eysturkommunu!

Search by