Kunngerð um løgtingsval í Eysturkommunu

Til veljarar til løgtingsvalið 31. august 2019 í Eysturkommunu.

Vísandi til at løgtingsval er útskrivað 29. juli 2019, so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram í:

  • fimleikarhøllin í Leirvíkar skúla fyri Leirvík
  • fimleikarhøllin við Gøtugjógv fyri Gøtu

Atkvøtt verður millum kl. 10.00 og 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøða

Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag til og við fríggjadagin 30. august 2019. 

Heimaval

Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 við at venda sær til býráðsskrivstovuna á telefon 730000 í seinasta lagi sama dag kl. 10.00.

Valkort

Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við býráðsskrivstovuna á telefon 730000 skjótast.

Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið.

Vegna valstýrið í Gøtu
Poula á Líðarenda

Vegna valstýrið í Leirvík
Jacob Meinhard Sólbjørg

Search by