Kunning frá IRF um handfaring av

Nú er aftur tíð til árligu kunningina, har vit minna borgarar okkara á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdum, tá ið farið verður eftir nátum.  

Kunnu tit vinarliga bera kunningina niðanfyri víðari til borgarar tykkara á Facebook og heimasíðum?

Leinkja til kunning á heimasíðu okkara: https://irf.fo/hugsid-um-umhvorvid-ta-tit-taka-natar_/

Leinkja til kunning á Facebook: https://www.facebook.com/irfleirvik/photos/a.1317765571615381/5634470183278210/

Mynd er eisini viðheft, um tit vilja deila kunningina beinleiðis.

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.

Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
  • Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Yvirlit yvir plássini og upplatingartíðirnar sæst her.

Fyribyrging av nátasjúku:

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.

Search by