Ætla tit at brenna bál á nýggjárinum?

Fyri at brenna størri bál er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi. Harumframt skal skrivligt loyvi fáast frá eigaranum av lendinum, har bálið verður brent.

Seinasta freist at søkja um loyvi at brenna nýggjársbál er 30. desember kl. 16:00. Søkjast kann um loyvi her.

At brenna bál er hugnaligur siður. Men verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til heilsuskaða, ampar og dálking. Tí er neyðugt, at rætt verður borið at.

  • Tá bál verður kynt, er umráðandi einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. T.d. træplattar, trækassar og greinar, og ikki at brenna burturkast, ið kann dálka ella vera til skaða ella ampa.
  • Tá bálið er slóknað, er umráðandi at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina. 
  • Áðrenn bálið verður kynt, er umráðandi at fáa loyvi frá kommununi til at brenna bál. Tó einans um talan er um størri bál, so sum jóansøkubál og nýggjársbál.

Sí eisini vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um brenning av báli ella eldstaði.

Search by