Aftankvirra í gomlu Gøtu kirkju í kvøld

Í kvøld kl. 19 stendur vakra og hugnaliga kirkjan ljós, og sálmar við urguljóði klinga í gamla træverkinum um alt rúmið. Børn og ung, sum ganga til tónleikavenjing hjá Anne Christine og Kjell, spæla á klaver og á ymisk horn og bjóða tær eina løtu í kvirru og tónlist. Ein góð løta fyri familjuna og hvønn einstakan eitt myrkt vetrarkvøld í desember.

Mynd: Erik Christensen

Search by