Áheitan til borgarar í Norðragøtu um at flyta bilar
2. jul. 2024
Í morgin, mikudagin, verður farið undir at reinsa fram við gongubreytunum í Norðragøtu. Tí verður heitt á borgarar í bygdini, serliga á Geytagøtu, at flyta bilarnar, ið standa framvið gongubreytini, fyri at maskinurnar kunnu sleppa framat.