Allir eysturbúgvar fingu boðið ein heimapart

Grindin, sum gjørdi landgongd í Fuglafirði í gjár, taldi 267 hval á 1891 skinn. Hetta var ovmikið til tey 433 fólkini, ið luttóku í drápinum, so heimapartar vóru eisini deildir út til íbúgvar í Eysturkommunu, Fuglafjarðar kommunu, Runavíkar kommunu, Sjóvar kommunu og Nes kommunu.

Allir eysturbúgvar fingu boðið 0,16 skinn í part. Eitt skinn vigar í miðal 72 kg, býtt upp í 38 kg av tvøsti og 34 kg av spiki sambært grindakanningunum hjá Dorethe Bloch í 1986-1988. Hetta merkir at hvør eysturbúgvi fekk gott og væl 11,5 kg av grind.
Drápspartarnir vóru á eitt skinn, ið svarar til umleið 72 kg av grind.
Search by