Almennur borgarafundur

Týskvøldið 19. mars verður viðkomandi borgarafundur um framtíðina hjá ungdóminum í Eysturkommunu.

Fundurin verður í sambandi við at arbeiðsbólkur hevur kannað møguleikan at skipa egna framhaldsdeild í Eysturkommunu.

Frágreiðing frá arbeiðsbólkinum verður løgd fram, so borgarar fáa innlit í málið og hava møguleika at seta spurningar og kjakast um skúlaskap og eina møguliga framhaldsdeild.

Borgarafundurin verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 19.30. Kom við og fá innlit í málið, um møguleikarnar fyri einari nútímans framhaldsdeild í Eysturkommunu.

Search by