Afturvendandi tiltakið hjá Reyða Krossi Føroya um at velja ársins fyrstuhjálpara var hósdagin í farnu viku.
Hesaferð vóru tað teir báðir Hjørtur Huus Sólstein og Tummas Martin Jacobsen ið vóru valdir.
Teir vóru síðst í oktobur í fjør, saman við vinmanni teirra Adrian S. Mouritsen, farnir út í støð at hyggja eftir briminum. Brádliga kom eitt stórt óløgi sum tók Adrian á sjógv. Adrian royndi at svimja inn ímóti keiini, men tað er sjálvandi tungt at svimja í klæðum og høgari aldu. Hjørtur blakar jakkan hjá sær til hann, samstundis sum hann toyggir seg so langt hann yvirhøvur kann, ímeðan Tummas Martin heldur í beinunum á honum. Aldurnar skola útyvir teir, men teir blíva álíkavæl við at eggja Adrian at svimja inn ímóti teimum. Ikki fyrr enn fjórðu ferðina eydnast tað fáa Adrian upp úr sjónum.
So fara teir heim til Hjørt. Teir lata Adrian úr teimum vátu klæðunum, og fáa hann undir ta heitu brúsuna, og síðan balla teir hann inn í eina heita dýnu.
Eingin var inni heima hjá Hjørti, men álíkavæl vóru dreingirnir so skilagóðir at teir gjørdu alt rætt.
Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi handaði teimum heiðursbræv og umboð fyri Tryggingarsambandið Føroya gav teimum hvør sín kekk á kr 2.500,00 og eina fyrstihjálparatasku
Mynd: Alan Brockie/Dimmalætting