Komandi sunnudag 9. februar kl. 16.00 verður barnakonsert í Tøting í Syðrugøtu við danska bólkinum Svøbsk og ungu Mariu á Lakjuni úr Fuglafirði.
Svøbsk hevur tvær útgávur í skjáttuni, “Sig mig” frá 2005, ið var tilnevnd til ársins útgávu í Danish Music Awards, og “En klang af tidløshed” frá 2009. Bólkurin hevur ferðast víða kring heimin, og hava fingið hópin av sera góðum ummælum.
Manningin í Svøbsk telur Maren Hallberg á harmoniku og spónum, Jørgen Dickmeiss á violin, vokali, mandolin, gittara, jødaharpu og munnharpu, Theis Langlands á klaveri og jødaharpu, og Simon Busk á ásláttri og mandolin. Les meira um bólkin her.
Kostnaður 50 kr. Atgongumerki fáast við dyrnar frá kl. 15.30.