Bátahylurin á Toftanesi verður boðin út

Tað var ein samt býráð, sum á fundi mánakvøldið 28. februar 2011 samtykti at bjóða bátahylin á Toftanesi út. Tað eru Selmar Nielsen arkitektar og LBF verkfrøðingar, sum hava teknað og projekterað bátahylin, sum fer at hava pláss fyri umleið 80 smá- og frítíðarbátum.

Bátahylurin á Toftanesi verður gjørdur nú meginparturin av bátahylinum úti á Støð fer undir heilt í samband við vegaføringina. Bátahylurin á Toftanesi verður gjørdur soleiðis, at hann tekur atlit til vegaføringina , sum hevur sína ávirkan á økið á Toftanesi , m.a. við eini stórari rundkoyring á økinum, har sum gomlu neystini standa í dag. Í staðin ger Landsverk eina útfylling í fjøruni, har nýggju neystini skulu verða og teir gera samstundis ein bátadrátt norðan fyri nýggju neystini og ánna. Eysturkommuna hevur roynt at fáa hesar báðar verkætlanir at hanga so væl saman sum til ber.

Í verkætlanini hevur kommunan eisini lagt dent á at gera alt økið vakurt og hugnaligt, sum øll vónandi kunnu fáa gleði av í framtíðini.

Ætlanin er, at arbeiðið fer í gongd í vár og at arbeiðið verður liðugt í hesum árinum.

 

Bátahylurin á Toftanesi.pdf(152 KB)

Search by