Bjargingarvenjing uppi í Gøtugjógv

Leygardagin 19. oktobur var ein lítil bjarginarvenjing uppi í Gøtugjógv. Vit ímyndaðu okkum at ein fjallmaður var farin útav, niður í gjónna, og lá sera illa skaddur niðri á botni, langt uppi í gjónni. Tyrlan ikki kundi koma til hjálpar hendan dagin, so frægasti háttur at fáa tann illakomna úr gjónni varð at lora børu niður í gjónna eftir honum, stabilisera viðkomandi í børuna, og heysa viðkomandi uppaftur sama veg, og so at bera børuna oman til vegin, sum gongur frá Leivuri og niðaneftir.

Fjallabjargingartilbúgvingin ger regluliga tílíkar venjingar. Endamálið við venjingunum er at fyrireika bjargingartoymið so væl sum gjørligt, so at tað rutinumessiga er ført fyri at fremja tílíkar bjargingar skjótt og trygt, undir øllum umstøðum. Eisini um umstøðurnar skuldu verið serliga torførar, t.d um vøllurin skuldi verið beinfrystur og myrkur var komið á, ella um bjargingin mátti fara fram langt burtur frá vegi og uppi í brattlendi.

Fjallabjargingar tilbúgvingin er sett á stovn sum ein gáva frá Íslandi. Seinasta árið hava limir í toyminum gjørt venjingar, og fingið undirvísing av íslendskum og amerikanskum serfrøðingum í fjallabjarging. Fjallabjarginarútgerð er tøk í Tórshavn. Útgerðin er ogn hjá LFB (Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløgunum). Havnar Bjargingarfelag hevur átikið sær at hýsa og røkja útgerðina.

Virkir, stovnar og einstaklingar, sum hava hug at royna rapelling (at síga) undir tryggum
umstøðum, kunnu heita á meg at skipa fyri hesum. At rapella er ein spennandi, og sera væl dámdur aktivitetur. Sum samsýning kunnu hesi lata nøkur oyru til lokalu fjallabjargingartilbúgvingina.

Í fyrsta umfari ynskja vit at skaffa útgerð til tríggjar bjargarar, sokallaða undanfararaútgerð. T.v.s. útgerð, sum fjallabjargarar her á staðnum skulu hava upp á sær, um hesir eru fyrstir á staðnum, áðrenn toymi úr Havn kemur við línum, børu, fólki o.s.fr., um ein tilburður skuldi verið her í økinum. Tveir útbúnir fjallabjargarar búgva í Eysturkommunu. Alt arbeiði fjallabjargaratoymið ger er ólønt.

Petur Martin Johannesen

Search by