Borgarafundur um framhaldsdeild

Í samband við eina framtíðar framhaldsdeild hjá Eysturkommunu verður skipað fyri borgarafundi í Bygdarhúsinum í Leirvík mánakvøldið 17. mars kl. 19.

Eysturkommuna hevur frá byrjan av arbeitt við skúlamálum og gjørt bygnaðarbroytingar og útbýggingar í skúlanum í kommununi. Nú er tíðin komin til at varpa ljós á framhaldsdeildina.

Á skránni eru framløgur um skúla, framhaldsdeild o.a.:
  • Fríðfinnur Johnsson greiðir frá um skúlaskap í økinum í søguligum baksýni
  • Umboð fyri Tórshavnar Kommunuskúla, Hanus Joensen, skúlastjóri, leggur fram um, hvussu tey hava skipað framhaldsdeildina í Kommunuskulanum
  • Mentanarnevndin leggur fram uppskot um arbeiðssetning til at lýsa framtíðar avbjóðingar og møguleikar fyri framhaldsdeild hjá Eysturkommunu
  • Høvi verður at kjakast um evni, sum viðvíkja framhaldsdeild

Kaffimuður verður at fáa.

Fundurin er ætlaður øllum borgarum í Eysturkommunu. Møtið fjølment!


Mentanarnevndin í Eysturkommunu

Search by