Á býráðsfundi 30. januar 2020 samtykti býráðið at avtaka bíðilistan til grundstykkir. Ístaðin verða tøk grundstykkir nú lýst til sølu her á síðuni. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir, hvørji grundstykkir eru tøk í Eysturkommunu í løtuni.
Listin verður dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00. Harvið fáa øll kunning um tøk grundstykkir samstundis her á síðuni.
Síðan kanst tú velja eitt grundstykki og senda umsókn um at keypa tað. Legg til merkis, at tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa. Hetta skal gerast umvegis frymil inni á tí einstaka grundstykkinum her á síðuni.
Tá fyrsti umsøkjari hevur sent umsókn um at keypa eitt grundstykki, verður hetta frámerkt sum “Umbiðið”. Síðan ber ikki til hjá øðrum at søkja um tað grundstykkið.
Grundstykkið skal gjaldast í seinasta lagi 3 vikur eftir, at fyrispurningur um grundstykki er sendur til kommununa. Verður hetta ikki goldið rættstundis, verður grundstykkið lýst leyst aftur næstu ferð, tá listin verður dagførdur.
Innan 1 ár frá tí, at skeytið er undirskrivað, skal byggiarbeiðið verða byrjað, og sethús skulu vera innilokað á stykkinum innan 2 ár, frá tí, at skeytið er undirskrivað.
Kostnaður fyri grundstykkir er 150 kr/m2. Undantikið eru grundstykkir undir Gøtueiði, ið kosta 25.000 kr.
matr.86ab – Myllágøta 1 – Norðragøta
Næsta dagføring: 01. mai 2025 kl. 12:00
Við Gøtugjógv | Planerað | |
---|---|---|
Einki grundstykki tøkt í løtuni |
Undir Gøtueiði | Planerað | |
---|---|---|
Einki grundstykki tøkt í løtuni |
Syðrugøta | Planerað | |
---|---|---|
matr.199f – Traðarávegur 7 (Umbiðið tann 2. apr. 2025) | Nei | Stødd: 596 m 2 Prísur: 89.400,- |
Norðragøta | Planerað | |
---|---|---|
matr. 86ah – Myllágøta 13 | Nei | Stødd: 479 m 2 Prísur: 71.850 kr. |
matr.57ao – Tórbjarnargøta 12 (Umbiðið tann 1. apr. 2025) | Ja | Stødd: 648 m 2 Prísur: 97.200,- |
matr.86ac – Myllágøta 3 | Nei | Stødd: 407 m 2 Prísur: 61.050 kr. |
matr.86af – Myllágøta 9 | Nei | Stødd: 581 m 2 Prísur: 87.150,- |
matr.86ai – Myllágøta 15 | Nei | Stødd: 498 m 2 Prísur: 74,700,- |
matr.86ak – Myllágøta 17 | Nei | Stødd: 482 m 2 Prísur: 72.300,- |
matr.86am – Myllágøta 2 | Nei | Stødd: 503 m 2 Prísur: 75.450,- |
matr.86as – Í Pálsliða 1 | Nei | Stødd: 512 m 2 Prísur: 76.800 kr. |
matr.86aw – í Pálsliða 9 | Nei | Stødd: 479 m 2 Prísur: 71.850,- |
matr.86az – Í Pálsliða 6 | Nei | Stødd: 525 m 2 Prísur: 78.750,- |
matr.86bc – Myllágøta 21 | Nei | Stødd: 550 m 2 Prísur: 82.500,- |
matr.86bd – Myllágøta 23 | Nei | Stødd: 530 m 2 Prísur: 79.500,- |
Leirvík | Planerað | |
---|---|---|
matr.339aa í Fløtugerði 19 | Nei | Stødd: 562 m 2 Prísur: 84.300 |
matr.339ab í Fløtugerði 17 (Umbiðið tann 6. mar. 2025) | Nei | Stødd: 576 m 2 Prísur: 86.400,- |
matr.339ae – Við Dvørgastein 20 | Nei | Stødd: 519 m 2 Prísur: 77.850,- |
matr.339am – Fløtugerði 31 (Umbiðið tann 1. apr. 2025) | Nei | Stødd: 525 m 2 Prísur: 78.750,- |
matr.339c – Áargeil 10 | Nei | Stødd: 436 m 2 Prísur: 65.400,- |
matr.339f – Áargeil 4 | Nei | Stødd: 507 m 2 Prísur: 76.050,- |
matr.339p – Við Dvørgastein 7 | Nei | Stødd: 579 m 2 Prísur: 86.850,- |
matr.339y – Fløtugerði 15 (Umbiðið tann 1. apr. 2025) | Nei | Stødd: 519 m 2 Prísur: 77.850,- |
matr.339z – Við Dvørgastein 13 (Umbiðið tann 21. mar. 2025) | Nei | Stødd: 409 m 2 Prísur: 61.350,- |