Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen nýggjur leiðari á Gjáa

Eysturkommuna hevur gjørt av at seta Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen úr Norðragøtu í starv sum leiðara á Dagstovninum Gjáa.

Dagbjørt er 58 ára gomul, er útbúgvin námsfrøðingur. Dagbjørt hevur starvast sum námsfrøðingur, varaleiðari og seinastu tíðina sum fyribilsleiðari á Gjáa.

Eysturkommuna ynskir Dagbjørt góða eydnu í starvinum og teimum avbjóðingunum, sum liggja fyri framman á ansingarøkinum í Eysturkommunu.

Dagbjørt byrjar í starvinum 01. juli 2011.

Search by