Dagstovnurin í Gøtu 10 ár 🙂
Mánadagin 1. februar er føðingardagur hjá Dagstovninum í Gøtu.
Tíggju ár eru liðin, síðani stovnurin lat upp, og fara vit at hátíðarhalda dagin. Fyrrapartin verður hugni saman við børnunum, har ymiskt verður á skránni.
Fyri tíggju árum síðani, vóru dagstovnar ikki í hvørjari bygd, sum tað eru í dag.
Gamli studentaskúlin við Gøtugjógv varð umbygdur til endamálið og 1. februar 2000 lat Dagstovnurin upp. Her hava nógv børn gingið ígjøgnum árini og sigast má, at børn og vaksin hava trivist væl.
Sum kunnugt í bløðunum, hava vit havt eina navnakapping til Dagstovnin. Ynskiligt er at fáa eitt hóskandi navn til stovnin. Eitt navn, sum er lætt at siga og sum vaksin og børn vónandi fara at taka til sín.
Kl. 14.30 verður vinnandi uppskotið avdúkað á Látrinum. Kaffi og lagkøka verður at fáa úti á stovunum. Foreldur, systkin, ommur, abbar og øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin at verða við
Við føðingardagsheilsan, børn og vaksin á Dagstovninum í Gøtu.