Í gjár fylti Dagstovnurin í Gøtu 10 ár.
Nógv fólk møtti til hátíðarhaldið. Borðreitt var við kaffi og lagkøkum
Leiðarin á Dagstovninum Marta Thomsen bjóðaði vælkomin og greiddi frá hvat bygningurin hevði verið brúktur til áðrenn hann bleiv til barnagarð. Eftir hetta avdúkaði Hanna Jensen, forkvinna í trivnaðarnevndini navnið á stovninum.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri bar fram eina tøkk og ynskti leiðaranum og starvsfólkunum tillukku og handaði teimum ein gávukekk.
Til seinast fóru børnini saman við teimum vaksnu upp á gólv, har tey kvóðu “Veturin kom við kulda og kava”
Í samband við føðingardagin var ein navnakapping útskrivað. Inn komu 10 uppskot. Vinnandi uppskotið átti Rúni Bjarkhamar úr Leirvík. Tá navnið var avdúkað fortaldi Rúni niðanfyristandandi søgu um Gjáa.
Gjái
Hvør er Gjái? Fá hava sæð hann, færri hava hoyrt hann. Ein genta, ið eitur Sólrun, og sum eg kenni, sigur, at bara Ólavur hvíti, sum livdi um ár 1030, og ein gomul kona, sum búði í Blásastovu fyrr í tíðini, hava sæð Gjáa. Hann er abbasonur Festir, sum er undan Festirsteini í Ambadali og ommusonur Reipu, ið er ættað undan Reipsáfossi við Fjallavatn. Og so eigur hann eitt systkinabarn, Beinálv, ið er undan Beinisvørði, og sum er so sterkt. at tað knógvar Brynjumannaborði í Mannafelsdali. Og tað er ikki lítið.
Gjái býr í Gøtugjógv. Allan dagin fæst hann við at røkja og røkta allar blómurnar og urtirnar, sum vaksa um alla ta longu gjógv. Sortugrøs, trøllakampar, tyrislurt og hjálpirøtur. Hann hevur ein langan stiga, sum abbin hevur gjørt honum, og við honum røkkur hann upp á hvønn rókarkneysa at taka burtur illgresi, sum vil týna blómurnar. Og alla tíðina syngur hann. Hann syngur um vøkstur og vár, hann syngur um síl og svínasóljur. Og tað segði ein drongur, sum eitur Páll, og sum býr í teimum grønu húsinum við reyðum vindeygurm, at eingin, ikki so frætt sum Eivør, syngur so væl sum Gjái. Hann hevðí hoyrt hann syngja eina jóanasøkunátt í fyrrárið. Páll mintist hetta ørindi úr sanginum hjá Gjáa:
Allar blómur við teigar og gil,
sum tú í sóljukrans binda vil,
tær eins og mannabørn slóu ein ring,
ein ring sum rakk allan heim íkring.
Og skuldi tú onkuntíð hitt Gjáa, so sig honum, at hitt húsið, har børnini tekna og spæla og eta vaflur viðhvørt, nú eitur eftir honum. Tá verður hann glaður og gevur tær eitt tyssi av smærubrá at seta í vindeygakarmin í tínum kamari.