Dánjal er Ársins Rósa

Eysturbúgvar hava valt Dánjal Eysturstein til Ársins Rósu 2009. Eins og undanfarin ár, kom jólaskipið til Leirvíkar stutt undan jólum og tá er siður at heiðra Ársins Rósu á hesum tiltakinum. Fólk hava havt møguleika at komi við uppskoti til Ársins Rósu í Eysturkommunu og síðan hevur ein nevnd valt ímillum innkomnu uppskotini.

Stórsligið var at síggja jólaskipið koma um Leirvíksfjørð. Nógv fólk var samankomið og vóru jólamennirnir sjálvsagt eisini við hesuferð. Pakkar vóru til børnini og fingu tey vaksnu bjóða kaffi, karamellur og annað gott.

Tá ið skipið var farið avstað aftur, var vøkur tónleikaframførðsla frá Moniku Stauss Joensen og Dánjal Eysturstein. Síðan handaði Jóhan Christiansen, borgarstjóri, Dánjal Eysturstein, Ársins Rósu 2009.

Í grundgevingunum stendur m.a. ” Dánjal hevur gjørt ómetaliga nógv fyri trivnaðin í Leirvík. Hann var ein av stigtakarunum til Lerivíkar Musikkskúla og hevur staðið fyri Leirvíkar Gentukóri í fleiri ár. Dánjal syngur og spælir nógv saman við børnum og er m.a. hvønn týsdag við einum skúlaflokki á Giljagarði og syngur og spælir fyri teimum eldru har. Dánjal er eisini altíð tøkur, um heitt verður á hann um at spæla urgu ella klaver til eitt hvørt tiltak, sum skipað verður fyri í nærumhvørvinum. Dánjal er ein maður, sum ikki vil verða róstur, men við sínum spakføra lyndi, fær hann nógv av skafti.”

Tiltakið endaði við at Paula Gaard og Bárður á Lakjuni sungu og spældu eitt jólalag.

Search by