Deildarleiðari á Gøtubrá

Edit Andreasen er sett sum deildarleiðari á Gøtubrá.

Edit er 38 ára gomul og býr í Leirvík. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur við eftirútbúgving í geriatri og gerontologi. Hon hevur drúgvar royndir innan eldraøkið og seinastu mánaðirnar sum virkandi deildarleiðari á Gøtubrá.

Vit ynskja Edit hjartaliga vælkomna í deildarleiðarastarvið og gleða okkum til framhaldandi samstarv.

Search by