Valevnislistar til kommunuvalið

Kunngerð um valevnislistar til kommunuvalið í Eysturkommunu tann 8. nov. 2016.

Í Eysturkommunu kann ein valevnislisti hava í mesta lagi 13 valevni.

Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 stillarum. Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu vera á sama lista, sum valevnini eru skrivað á.

Hjálagdur skal vera ein serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi og bústaði.

Ein veljari kann bert verða stillari á einum lista.

Listin skal latast inn av einum stillara á kommunuskrivstovuna ella til valnevndarformannin í seinasta lagi týsdagin tann 18. oktober 2016 kl. 18.

Niðanfyri kanst tú taka niður vegleiðaandi dømi um valevnislista til komandi kommunuval.

Vegleiðandi dømi um valevnislista

Search by