Earth Hour í Eysturkommunu

Leygarkvøldið 23. mars kl. 20.30 – 21.30 verður heimsfevnandi tiltakið Earth Hour. Í Hesum sambandi, verða gøtuljósini í Eysturkommunu sløkt.

Earth Hour varpar ljós á ta ávirkan, ið veðurlagsbroytingar hava á jørðina. Tí heita tey á øll, um at brúka hendan tíman til at sløkkja ljósini og gera eitthvørt gott fyri jørðina. Earth Hour bleiv hildin fyrstuferð í 2007, í Sydney Australia, hvar fleiri enn 2,2 mió. fólk sløktu ljósini, fyri at varpa ljós á teirra stúran um veðurlagsbroytingarnar. Í dag luttaka yvir 190 lond í átakinum.

Øll kunnu vera við og gera ein mun. Vit vilja heita á allar borgarar, fyritøkur og stovnar at sløkkja ljósið hendan tíman, í tann mun tað ber til.

Meðan sløkt er, verður heitt á øll ferðandi, bæði til gongu og í bili, at vera eyka varin.

Search by