Ein vanligur mikudagur við Eysturleið

Eysturleiðin er eitt aktiv, sum vit nú hava havt í Eysturkommunu síðani skúlaársbyrjan 2010. Leiðin hevði tá sína rót og sítt tilverugrundarlag sum skúlabussur í sambandi við at bygnaðarbroytingar vórðu framdar í skúlunum báðum, men vit ætlaðu frá fyrsta degi eisini leiðina sum býbuss og bussurin koyrdi beinanvegin einaferð um tíman fram til kvøldar. 


Tað tekur tíð hjá borgarum í ymiskum aldri at taka eina tílíka farleið til sín – hóast nýtslumøguleikarnir eru mangir: handilsørindi, vitjanir, tónlistaskúla- og kvøldskúlatilboð ymsastaðni í bygdunum, svimjing, fótbóltsvenjing í Sarpugerði ella uppi á Brekkum, til skótar, á Syðrugøtusand, í missónshúsið ella salin og eg kundi hildið fram. 

Nú vit fara inn í 4. skúlaár við Eysturleið, hevði eg eina gleðiliga uppliving, tá eg eftir langan arbeiðsdag, fyrst kom í Frítíðaransingina í Leirvík eftir tí eina barninum og síðani kom niðan í Gjáa (barnagarðin við Gøtugjógv) eftir seinasta barninum. Bara tann dagin høvdu allar systrarnar og syskinabarnið hitst og heilsast og klemmast – tilvildarliga á útferðunum, sum ansingarstovnarnir spontant høvdu gjørt: Gjái til Leirvíkar at spæla á nýggja sandinum, vitja skúlaplassið, har børnini júst vóru í fríkorteri og so annars bara uppliva grannabygdina ein góðveðursdag. 

Somuleiðis fóru nøkur frá frítíðaransingini ein busstúr til Syðrugøtu at spæla á Spæliplássinum har. Har møttu tey børnum, sum fóru heim úr skúla, fóru í føðingardag hjá floksfeløgum ella bara fóru heim. 

Sjálv hevði eg verið til arbeiðis á Kambsdali allan dagin – bert uml. 5 km hiðani, men tað var sum at fáa eina gávu, at koma heim – heim til Gøtu og til Leirvíkar – at síggja og hoyra um hendan dynamikkin, sum hvønn dag er ein veruleiki – millum skúlar, barnagarðar, frítíðaransing, frítíðartilboð, bókasavn, kommunal frítíðartilboð, kristiligt virksemi, handilsvirksemi og vanliga fólksliga samveru.

Hanna Jensen
Býráðslimur
Search by