Eldraráðið í Nánd bjóðar fólki úr Norðragøtu, Gøtugjógv, Syðrugøtu og undir Gøtueiði til kunnandi økisfund, um trivnað hjá tilkomnum.

Fundurin verður í nýggja dagstovninum ”Gjái” í Gøtugjógv hóskvøldið 7. mars kl. 19:00 – Málbólkurin er 60+ og onnur áhugað.

Skráin er hendan:

Kl. 19:00 Steintóra Nesá bjóðar vælkomin

Kl. 19:10 Ingrid Hendriksen, Tórshavn: Lógin um Heimahjálp

Kl. 19:45 Mai-Britt Winther Hentze: Vitjanartænastan, spurningar og kjak

Kl. 20:00 Kaffisteðgur við smyrjibreyði og køku

Kl. 20:15 Fríða Petersen: Tilkomin og at røra seg

Kl. 20:35 Poula R. Petersen, leiðari í Nánd: Hugleiðingar um eldraøkið

Kl. 21:00 Samandráttur og møguleiki verður fyri rundvísing á dagstovninum

Verið hjartaliga vælkomin.

Eldraráðið í Nánd

Search by