Endurnýtslan í Norðragøtu fyribils stongd

Eftir áheitan frá IRF, verður endunýtslan stongd frá 22.06.2024.

Opið er tó sum vant í dag, fríggjadag, frá kl. 16.00 til 18.00.

Hetta er orsakað av, at sera nógv burturkast hópaði seg upp um landið, meðan verkfall var. Hóast brennistøðin á Hagaleiti koyrir alt samdøgrið, ber ikki til at brenna meir enn eitt vist og IRF heintar tí ikki burturkast frá endurvinningarplássum í komandi viku.

Kunnað verður á heimasíðuni, tá endurnýtslan letur upp aftur.

Vónandi vísa vit øll tolsemi, meðan IRF arbeiðir við at koma uppundan.

Search by