Eystanljóð byrjar nýtt sangár

Kórið Eystanljóð byrjar nýtt sangár týskvøldið 6. september 2011. Í kórinum eru umleið 25 fólk í ymsum aldri, og pláss er fyri fleiri.

Kórleiðari verður Leif Hansen. Leif er ættaður úr Nólsoy, búsitandi í Fuglafirði. Hann hevur lisið tónleikafrøði á universitetunum í Ålborg og Keypmannahavn, og undirvísir nú í tónleiki á Studentaskúlanum á Kambsdali.

Leif er eitt kent andlit innan føroysku kórverðina, har hann longu sum heilt ungur stjórnaði kórinum í Nólsoy, eins og hann hevur stjórnað føroyskum kóri niðri í Danmark. I ár stjórnaði Leif Ólavsøkukórinum við hepnari hond. Vit í Eystanljóð síggja fram til eitt spennandi kórár undir leiðslu av Leif. Leif fer í ár bæði at venja Vestmannakórið og Eystanljóð, og væntandi verður okkurt samstarv ímillum kórini.

Á skránni í heyst verða m.a. norðurlendskir sangir , og vant verður til jólakonsertina, ið verður sunnudagin 2. desembur. Harumframt fer kórið at venja verkið um Trónd í Gøtu, ið var skrivað í samband við at minnisvarðin yvir Trónd var reistur í 2008.

Kórið hevur brúk fyri fleiri sangarum, so hevur tú hug at verða við, er bara at møta upp til venjing týskvøldið 6. septembur kl. 19.30. Vant verður í 1929 skúlanum við Gøtugjógv.

Hevur tú okkurt at spyrja um, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mariu Gregersen tlf. 272714 ella Sigvør Laksá, tlf 219570. Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Search by