Við átakinum”Vælkomin heim” vil Eysturkommuna stuðla, og varpa ljós á trupulleikan við fólkaminking í Føroyum. Fyrsta treyt fyri, at útisetar koma heimaaftur til Føroyar er, at teir hava nakað at koma heimaftur til. Við tí fyri eyga, luttekur Eysturkommuna á Jobmatch 2012.
Eysturkommuna ynskir fyrst og fremst at koma í samband við lesandi, sum skulu skriva uppgávur ella gera verkætlanir, ið eisini kunna vera til gagns fyri kommununa. Kommunan ynskir ikki í verandi løtu at avmarka seg til evnir, tann lesandi skal taka upp, men vilja fyrst koma á tal við tey lesandi, og útfrá hesum velja eitt evnið.
Áhugaði eru vælkomin at bíleggja eitt JobPrát við Eysturkommunu her