Eysturkommuna ynskir betur samskifti við borgarar og útisetar

Ígjøgnum summarið hevur verið arbeitt við at betra um samskifti millum kommununa og borgaran. Í hesum sambandi hevur Eysturkommuna havt Jákup Justinussen, sum er lesandi í Onglandi, í fyribils starvi.

Nakrar av uppgávunum, sum Jákup hevur arbeitt við, eru at dagføra og gera broytingar á heimasíðuni, fyrireika verkætlanina ‘Práta við borgarstjóran’, seta upp nýggju myndadeplarnir hjá stovnunum í kommununi, og at gera Eysturkommunu meira sjónliga á Facebook.

Endamálið við hesum verkætlanum er bæði at sjónliggera tær tænastur, ið kommunan bjóðar borgarum, og at gera tað lættari hjá borgarum, at koma á tal við kommununa. Hetta er í tráð við eitt av okkara virðum, ið er at verða opin og vinarlig.

Samstarvið kom í lag umvegis Jobmatch ráðstevnuna í Tórshavn í december mánaði, og í juni mánaði byrjaði Jákup í starvi sum samskiftisfólk hjá kommununi.

– Eysturkommuna vil fegin koma á tal við allar útisetar og halda samband við teir, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Í summar hevur Jákup arbeitt hja kommununi, og loyst nakrar uppgávur sum kommunan í løtuni ikki sjálv hevði førleikar at loysa. Samstundis hevur Jákup havt møguleikan at nýta sína vitan og lærdóm í dagligdegnum.

Jákup hevur júst lokið eina Bachelor í Samskifti og Miðlum á universitetinum í Bournemouth í Onglandi. Í komandi viku fer hann aftur til Onglands at taka eina Master í Digitalari Marknaðarføring.

– Hetta er ein skipan, sum er góð og til gagns fyri bæði kommununa og fólk undir útbúgving, sigur Jóhan. Vit gleða okkum til næsta Jobmatch, fyri at síggja hvat annað spennandi okkara ungdómur undir útbúgving hevur at bjóða.

Search by