Fátt er betri – 1196 orðatøk á føroyskum

Nú eru føroysk orðatøk savnað á einum staði. Fátt er betri eitur nýggja bókin, ið inniheldur 1196 orðatøk á føroyskum.Bókin savnar og skipar føroysk orðatøk, so lætt er at finna hóskandi orðatak til eitthvørt høvi. Bókin er skipað í tveir partar: Í fyrra partinum eru orðatøkini skipað eftir innihaldi og í seinna partinum í bókstavarøð. Páll Isholm hevur ritstjórnað bókina, sum kemur út á Forlagnum Brattalíð í Gøtu. Bókin kostar 198 krónur í bókahandlunum.

Search by