Ferðsluforðing undir Gøtueiði

I samband við, at arbeitt verður við breiðka og umbyggja vegin undir Gøtueiði, og  bøta um ferðslutrygdina, er ætlanin at beiðka vegin omaneftir, soleiðis at pláss verður fyri gongubreyt og parkeringsplássi í ovaru síðu. Breiðkingin merkir, at hvør breyt verður 3,25 metrar til breiddar. Til tess at fáa akførini at seta ferðina niður, tá komið verður til undir Gøtueiði, verða umframt verandi skelting eisini gjørdar forðingar á vegnum, soleiðis at bilarnir verða tvungnir til at seta ferðina niður.


Arbeiðið at breiðka vegin fer í gongd í næstum. Ætlanin er bæði at  fáa breiðkað og møguliga eisini asfalterað vegateinin í ár.

Byggiharri: Landsverk
Tekniskur ráðgevi: Landsverk
Arbeiðstakari: Landsverk
Tíðarætlan: 2012 – 2013
Kostanaðarætlan: kr. 800.000 í 2012

Search by