Leygardagin 17. mai frá kl. 15.00 til uml kl. 22.00 verður skipað fyri einum sokallaðum “Seniorfestivali” á røktarheimsøkinum, har 10-12 vælumtóktir tónleikabólkar koma at luttaka. M.a. verða Magni Christiansen, Sámal Ravnsfjall, JensLisberg og Árni Andreassen við. Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum.
Eisini verður sagt, at eingin nýtist at ganga svangur, tí møguleiki verður at keypa ymiskt gott til matna!