Flaggdagur 2019

Flaggdagshald í Leirvík kl. 15

Sum vant skipa skótarnir fyri flaggdagshaldið í Leirvík týsdagin 25. apríl.

Flaggdagshaldið í ár verður úti í Bug og byrjar kl. 15:00. Jógvan á Lakjuni flytir fram røðu og Bárður á Lakjuni syngur.

Aftaná er kondibingo, ið endar við skótahúsið, har skótarnir bjóða vafflur, kaffi, te og saft.

– Seinastu árini hevur verið stórur vøkstur í søluni, og vit hava ikki ordiliga klára at fylgt við, men nú hava vit keypt enn fleiri bingoplátur og vinningar, siga skótarnir.

Skótar í øllum aldri møta til skrúðgonguna, ið fer frá skótahúsinum kl. 14:30

Search by