Byrja varð 14. august 2014, og síðan tá hevur borgarstjórin, Jóhan Christiansen, verið online hvønn mikumorgun við nøkrum einkultum avlýsingum, ið vóru væl lýstar frammanundan. 30 fyrispurningar og viðmerkingar eru komnar til borgarstjóran síðan byrjað var, og er hetta áleið 2 hvørja viku.
– Tá vit byrjaðu vistu vit ikki heilt hvat vit kundu vænta, sigur Jóhan. Fór eingin at nýta møguleikan, ella fóru kanska alt ov nógv at verða til at eg kundi geva mær stundir til tann einstaka. Tað vísti seg so at verða nøkur fá hvørja viku, ið hevur verið sera passandi, tí eg havi góðar stundir til at svara tí einstaka.
Tiltakið er ein liður í at betra um samskifti ímillum kommunu og borgara, og ítøkiliga at gerast ein meira ‘opin’ kommuna. Tað verður her gjørt við at gera tað lættari hjá borgarum at koma á tal beinleiðis við borgarstjóran um eitthvørt, ið liggur teimum á hjarta. Tað er sjálvandi bert ætlað sum ein møguleiki afturat, at borgarar kunnu ringja, senda teldupost, bræv, tosa við býráðslimir ella starvsfólk hjá kommununi, ella støkka inn á gólvið á skrivstovuni við Gøtugjógv.
– Kjarnan í hesum er, at vit vilja lurta, leggur Jóhan afturat. Eg siti jú í fyrisitingini sum umboð fyri borgaran, og tí er tað jú alneyðugt, at eg veit hvat liggur borgararnum á hjarta. Tiltakið hevur ikki kravt nógva orku, tí onkra viku, tá eingin hevur verið og kjattað, fái eg jú arbeitt við øðrum, ið eg havi liggjandi.
Møguleiki er at kjatta við borgarstjóran hvønn mikumorgun millum kl. 10 og 11, og er kjattið bert ímillum borgarstjóran og tann, sum kjattar. Tú vitjar heimasíðuna www.eysturkommuna.fo, trýstir á kassan í niðara høgra hornið á skíggjanum ‘Práta við borgarstjóran’, og ber so fram tað, ið liggur tær á hjarta.