Flisar lagdar omanfyri Gøtusand

Arbeiði við at leggja flisar í Syðrugøtu omanfyri Gøtusand er nú farið ordiliga í gongd. Niðanfyri kanst tú síggja fleiri myndir frá arbeiðinum í dag.

Byrjað varð í fjør við at leggja kantsteinar, men ringa veðrið í vetur hevur darvað gongdini, men um mánaðarskifti januar/februar varð farið í gongd við at leggja flisarnar, og eftir ætlan verður hetta liðugt um hálvan mars.

Eysturkommuna hevur nógvar ætlanir um fríðkan av umhvørvinum í kommununi í 2014. Millum annað eru 500,000 kr. settar av til fríðkan í Syðrugøtu, og ein partur av arbeiðinum er at leggja flisar omanfyri Gøtusand er ein partur av hesum.


Í Norðragøtu eru pengar settir av til at asfaltera vegin við Korkusá. Ætlanin er at fara í gongd við hetta í summar.

Aðrar ætlanir liggja í kortunum, men eru ikki endaliga avgjørdar. Meira verður at frætta um fríðkanarætlanirnar hjá kommununi seinni.

Sí myndir frá flisaleggingini í dag.


Search by