Fólk eru væl nøgd við Skúlaspíran
20. sept. 2013
Nýggj nøgdsemiskanning varð gjørd fyri Skúlaspíran í seinastu viku, og vísti hon góð úrslit. Spurnarbløð vóru send foreldrum og avvarðandi at teimum 104 børnunum, sum hava tilknýti til Skúlaspíran í Leirvíkar Skúla í dag, og sum heild vóru tey væl nøgd við Skúlaspíran.
Hóast nógv orrusta hevur verið rundanum forskúlatilboðið í Eysturkommunu, har mótstøðufólk av forskúlum hava víst sína misnøgd, eru brúkararnir í Eysturkommunu sera væl nøgdir við Skúlaspíran.
Fólk eru samd um, at Skúlaspírin er eitt gott tilboð og eigur at halda áfram. 85% av teimum spurdu svaraðu “sera væl nøgd/ur”, “Nøgd/ur” og “Yvir miðal” til spurningin “Eg síggi fleiri møguleikar ella trívist væl í Skúlaspíranum, og 86% halda, at Skúlaspírin eigur at halda áfram.
Kanningin varð gjørd eftir áheitan frá Mentamálaráðnum, og er tann sama, sum er gjørd tvær ferðir áður. Soleiðis kunnu vit fylgja gongdini og síggja, hvussu nøgdsemi til forskúla-tilboðið broytist.
Eysturkommuna takkar teimum, sum svaraður spurnarblaðnum, fyri teirra luttøku. Tað er sera umráðandi fyri at skapa eitt gott og mennandi tilboð til øll børn í Eysturkommunu. Viðmerkingar og hugskot eru kærkomin, og kunnu sendast til eystur@eystur.fo, ella við at senda eitt vanligt bræv, um ein ikki ynskir at verða nevndur.