Mikudagin 15. desember og leygardagin 18. desember 2010, verður forvitnislig bók løgd fram í Leirvík.
Tað eru Steffen Stumann Hansen og Kristian Martin Eliasen, sum geva bókina “Fólk í Leirvík 1901” út.
Bókin er eitt savn, við gomlum myndum við teksti, av leirvíksingum, sum vóru við í fólkateljingini í Leirvík í 1901.
Bókin verður løgd fram í Bowlinghøllini 15. desember kl. 19.30 og 18. desember kl. 14.00