Meðan fólkatalið í Føroyum minkar, veksur fólkatalið í Eysturkommunu. Frá 2005 til dagsdato er fólkatalið vaksið við 4,7 %, svarandi til 90 fólk.
Hetta má sigast at vera ein stórur fólkavøkstur, tá hugsað verður um, at fólkatalið í landinum einans er vaksið 1,8 % sama tíðarskeið.
Frá 1. januar 2010 til dagsdato, er fólkatalið í Eysturkommunu vaksið við 22 fólkum, svarandi til 1,1 %. Í øllum landinum var ein lítil minking í fólkatalinum við 57 fólkum.