Hans Marius og Birita við familju eru nýggjastu íbúgvarnir í Leirvík, og hevur hetta fingið íbúgvartalið í bygdini upp um 1000 fólk. Familjan flutti til Leirvíkar í summar, og sum íbúgvi nr. 1000 fingu tey gávueskju frá kommununi við nógvum góðum í, m.a. ein bovlingtími við mati og drekka til alla familjuna.
Vit vilja fegin bjóða Hans Marius og Biritu og teirra 6 børnum hjartaliga vælkomin til Eysturkommunu.
Niðanfyri sæst gongdin í fólkavøkstrinum í Leirvík seinastu 35 árini. Síðan miðskeiðis í 90’unum hevur tað verið ein støðugur vøkstur av íbúgvum. Í 1995 búðu 750 fólk í Leirvík, og í dag er fólkatalið farið upp um 1000 íbúgvar.