Fólkavøksturin í Eysturkommunu heldur áfram.

Í dag tann 30. juni 2011 hevur Eysturkommuna runda teir 2000 íbúgvarnar sambært tí kommunala fólkayvirlitinum. Í dag eru 2003 fólk skrásett at búgva í kommununi, og er hetta størsta fólkatalið, ið nakrantíð er skrásett í kommununi.

Talan er um ein støðugan fólkavøkstur. Frá 1985 til í dag, er fólkatalið í kommununi vaksi við 13,9%. Samanbera vit við fólkavøksturin í øllum landinum, so hevur fólkavøksturin sama tíðarskeið verið 6,7% fyri alt landið.

Frá 1. januar 2009, tá Eysturkommuna bleiv stovnsett og fram til í dag, hevur fólkavøksturin verið 2,3%, har sama tíðarskeið einans var 0,44% fólkavøkstur fyri alt landið.

Frá 1. januar 2009 til í dag hava bert 5 kommunur havt fólkavøkstur. Tær eru Tórshavnar, Runavíkar, Sunda, Hovs og Eysturkommuna. Fólkavøksturin í Tórshavnar kommunu hetta tíðarskeiði hevur verið 1,6%, har vøksturin í Eysturkommunu hevur verið 2,3%.

Search by