Leygarkvøldið 7. desember kl. 21.00, verður sera áhugavert konsert í Tøting í Syðrugøtu við Hanusi G. Johansen og Jógvan Andriasi Joensen.
Vinmennirnir Hanus og Jógvan Andrias spældu eina minniliga konsert í Losjuni við Gøtugjógv fyri mongum árum síðani, stutt eftir at Tónleikasamtakið Grót hevði sæð dagsins ljós. Tí er tað okkum ein serligur heiður, aftur at kunna bjóða teimum báðum Hanusi og Jógvan Andriasi á pall hjá okkum, sigur Grót í tíðindaskrivi. Hesaferð verður tað í gamla spinnaríinum, Tøting í Syðrugøtu, har alt virksemi hjá Grót í dag er.
Tær báðar legendirnar úr Klaksvík, koma at framføra hvør sær og saman løg hjá hvør øðrum.
Teir báðir hittust á vísulinjuni á Norðurlendska háskúlanum í Kungalv í 1987. Síðani hava teir havt “saman-og-hvør sær-konsertir” í Svørríki, Danmark, Norra og í Føroyum.
Grót boðar frá, at tey eru í jólahýri, og borðreiða tí við holukøkum og brendum mandlum.
Kostnaður er 100 kr. fyri limir í Grót og 150 kr. fyri tey, ið ikki eru limir.
Les annars meira um tiltakið her.