Hvørt ár veitir Eysturkommuna stuðul til endamál, ið eru viðkomandi fyri Eysturkommunu. Í hesum sambandi eru tvær umsóknarfreistir um árið – 1. apríl og 1. september. Hetta er sostatt tann seinna av tveimum árligum freistum.
Stuðulsøkini eru hesi:
– Rakstur og húsastuðul til feløg
– Skúlavitjanir, ferðir (bólkar og einstaklingar)
– Útgávuvirksemi
– Onnur mentanarlig tiltøk, verkætlanir og tílíkt
Til ber at søkja umvegis Vangan, lætt og ómakaleyst.
Les um stuðulsreglugerðina her