Fríðkanarátak 2010

Aftur í ár skipar Eysturkommuna fyri fríðkanarátaki, hesaferð við tveimum ymiskum kappingum. Umframt afturvendandi heitið, ”Vakrasti urtagarður”, verður í ár ”Best røkta úthús/fjós/seyðahús”. (sí www.eystur.fo)

Í 2009 fór kommunan undir eitt fríðkanarátak. Endamálið við átakinum er at stimbra og eggja borgarunum til at leggja áherðslu á fríðkan og umhvørvi sum heild. Eysturkommuna vil ganga á odda við at halda bygningar og økir í kommununi, eins væl og bygdirnar sum heild í góðum og prýðiligum standi – øllum borgarum og vitjandi til trivnað og fragd.

Ein 3 manna dómsnevnd er sett til hvørt átakið sær, umboðandi kommununa og aðrar viðkomandi partar. Dómsnevndin fer í næstum runt í kommununi at hyggja at teimum ymisku urtagørðunum, úthúsunum, fjósunum og seyðahúsunum og fer síðani at gera sínar metingar um, hvørjir borgarar skulu verða heiðraðir fyri sítt avrik.

Dómsnevndirnar eru samansettar soleiðis:

  • Eitt borgaraumboð
  • Eitt umboð fyri Eysturkommunu
  • Ein uttanveltaður sakkønur persónur

    Borgarar, sum hava serligt rós uppiborið verða heiðraði sum nr 1, 2 og 3 við einum skreytblaðið. Nr. 1 fær eisini eina plátu við vinnaraheitinum á, at seta á ogn sína. Eisini verða skreytbløð latin til onnur enn tey vinnandi sum eitt herðaklapp.

    Tá liðugt er at døma og vinnararnir eru funnir, verða viðkomandi partar bodnir til eina hugnaliga samkomu í Gøtubrá, har handan av gávum, myndatøka, myndafrásøgn, tónleikur o.a. er á skránni.

    Vinnarar í fjør vóru:

  • ”Vakrasti urtagarður 2009”: Birgit Persson og Rasmus Mikkelsen
  • ”Best røkta neyst 2009”: Jógvan Páll Danielsen
  • ”Best røkta fyritøka 2009”: PRG Fiskavirkið í Gøtu

Les meira á www.eystur.fo

Tá mett verður í greinini ” Vakrasti urtagarður” verður mett út frá hesum atlitum:

  • Gras: væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er beint av vegnum.

  • Blómur: deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og onki ókrút á blómuteigum.

  • Hekkur: tættur og vælkliptur og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini.
  • Trø: deyðar greinar eiga ikki at verða á trænum og træið er væl røkt.

  • Gøtur og tún: hvat er túnið gjørt av (asfalt, flísar, grús, betong o.s.fr.), órudd eigur ikki at liggja í túnunum (sigarettir o.a.), mosi og ókrút eigur ikki at skemma, reint og vakurt.

Tá mett verður í greinini ”Best røkta úthús/fjós/seyðahús” verður mett út frá hesum atlitum:

  • Hugt verður eftir um bygningurin er er væl hildin.
  • Um tað er hugnaligt, reint og nossligt rundanum bygningin.
  • Um bygningurin fellir inn í umhvørvið.
  • Um bygningurin er hildin í upprunaligum sniði – um talan er um eldri bygningar.

Search by