Aftur í ár, hevur Eysturkommuna skipað fyri einum fríðkanarátakið. Eins og undanfarin ár, hevur endamálið við tiltakinum verið at stimbra og eggja borgarar í kommununi at leggja áherslu á fríðkan og umhvørvið sum heild.
Ein 3 mannadómsnevnd, varð sett til hvørt átakið sær, umboðandi kommununa og aðrar viðkomandi partar. Dómsnevndin hevur verið runt um í kommununi og gjørt sínar metingar um hvørji skulu verða heiðraði, og mett um møguligar vinnarar, og valt vinnaran. Partur av dómsnevndini verður skiftur út á hvørjum ári. Borgarin er altíð umboðaður í nevndini.
Vinnarin fær eina virðisløn og eina plátu at seta á ognina. Eisini eru heiðursbrøv latin til onnur, enn vinnandi partin, sum eitt herðaklapp.
Í samband við átakið ”Best røkti matrikul 2012”, varð skipað fyri hátíðarhaldið í Gøtubrá. Hanna Jensen, forkvinna í trivnaðarnevndini í Eysturkommunu, helt røðu, Bjørk Tyril, spældi tvey tónleikastykkir á klaver og Meinhard Jensen hugleiddi um fríðkan og umhvørvi.
Heidi H. Poulsen,umboðandi dómsnevndina, kunnaði um dømingina og avdúkaði vinnaran, tey sum blivu nr. 2 og 3, eins og tey, sum fingu eitt herðaklapp.
Hanna Jensen, handaði virðislønirnar og heiðursbrøvini
Best røkti matrikul 2012:
Nr. 1 Sædis Eilifsdóttir, Syðrugøta
Nr. 2 Sofía og Rasmus Jacobsen, Leirvík
Nr. 3 Oluffa og Jonhard Hammer, Norðragøta
Dómsnevndin var mannað av:
Sakaris Guldbro, byggifrøðingur – umboð fyri Eysturkommunu
Henning Olsen, byggifrøðingur, Gøtugjógv – umboð fyri borgaran
Heidi H. Poulsen, arkitektur hjá MAP arkitektar – uttanveltaður og sakkønur
Treytir / reglur fyri 1, 2 og 3 virðisløn:
Dómsnevndin valdi at brúka somu treytir, sum undanfarna dómsnevnd nýtti.
Harumframt var avgjørt, at síðsta árs vinnarar ikki vóru tikin við í kappingina í ár.
Treytirnar vóruhesar:
– – At matrikkulin skal vera val hildin
– At tað skal vera hugnaligt, reint og nossligt á matriklinum
– Hugt verður eftir hvussu sethús og annars alt, sum hoyrir til einstaka matrilkulin er skipað
– Hugt verður eftir hvussu matrikkulin lagar seg í mun til umhvørvið
Treytir / reglur fyrit ey, sum fingu eitt herðaklapp:
Dómsnevndin hevur í ár valt ein nýggjan leist til herðaklappini. Har fyrsta-, annað- og triðjaherðaklappið í ár umboða trý ymisk byggisøgulig tíðarskeið.
– 1900-1930 – Tjóðarromantikkur
– 1920-1950 – Funktionalisman
– 1960´ini
Fleiri myndir frá tiltakinum her