Í samband við skriv frá kommunufelagnum herfyri, har kommunurnar vístu á ein tørv at fáa nágreinað, hvat innihald er í boristøvinum og restum frá jarðhitaboringum, umframt dálkingina, ið stendst av borivatninum, so útskrivar Eysturkommuna einki boriloyvi fyribils.
Kann veitari av jarðhitaborðing veita trygd fyri, at ongar restir, so sum vatn, slam og boristøv, renna út í náttúruna, so kann møguligt loyvi gevast. Tá skal hetta gerast í tøttum samstarvið við teknisku umsiting hjá Eysturkommunu.
Per Martin Gregersen, borgarstjóri