Fyrilestur á Bátasavninum

Týskvøldið 12. novembur kl. 19.30 verður fyrilestur á Báta- og Málningasavninum í Leirvík. Júst henda dagin eru 100 ár, síðani Húsaskonnartin gekk burtur við seks monnum. Tríggir av teimum vóru av Toftanesi. Martin Fjallstein fer at siga frá hesi vanlukkuni og eisini øðrum skipum, sum fórust. Við Løvenørn í 1882 fórust fýra áargarðsdreingir og við Norðlýsinum í 1922 fórust tríggir bygdarmenn. Eisini verður felagssangur.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Les meira um Báta- og Málningasavnið her.

Search by