Felagsskapurin KRIS hevur almennan fyrilestur í LÍF húsinum í Leirvík týsdagin 13. mai 2014 kl 19. Fyrilesturin er í umleið 3 tímar. Hetta er eitt konsept, hvørs endamál er at hjálpa fólki við seinárinum av kynsligum ágangi og at arbeiða við upplýsing.
SKRÁ:
Leiðarin í KRIS, Gvøðbjørg West sigur frá:
Ein mamma, hvørs barn er misbrúkt innan samkomu sigur frá:
Ein mamma, hvørs barn er misbrúkt innan familjuna, sigur frá:
STEÐGUR – møguleiki at keypa kaffi/te og kaku
Ein kvinna, sum er misbrúkt av pápa sínum, sigur frá:
Ein kvinna, sum er misbrúkt av manni og kvinnu, sigur frá:
Møguleiki verður eisini at seta spurningar, umframt at kjak verður um evni. Kostnaður er 150 kr., og goldið verður við dyrnar.