Árligi G! festivalurin er hæddarpunktið á árinum hjá nógvum ungum um alt landið, sum streyma til Syðrugötu á G!
Summi ganga úr Tórshavn til Syðrugötu, meðan onnur velja vanligari ferðsluhættir fyri at koma á G!
Tað stutta av tí langa er, at fleiri túsund fólk úr öllum landinum streyma til Syðrugötu. Hetta ávirkar sjálvandi dagliga lívið í Eysturkommunu almikið, tí ein rúgva av gestum velja at gista hjá skyldfólkum og vinum.
Gøtufólkum so líkt, so er gestablídni í hásæti.
Latið okkum standa saman um tiltakið, soleiðis at vit virða hvønn annan, og hjálpast at, fyri at øll kunnu fáa eina góða og jaliga uppliving.
Av tí at tað er nógv ferðsla í Syðrugøtu hesar dagarnar, fara vit hervið at biðja bæði bygdarfólkið og gestirnar um at hava tolsemi, soleiðis at ferðslan á bestan hátt kann ganga væl, og at virða trygdina.
Borgarstjórin, Eysturkommuna og G! ynskja öllum gestunum hjartaligavælkomnar á G! 2011