Ársins tiltak í vikuskiftinum
Fleiri túsund fólk streyma til Götu hetta vikuskifti, nú G! Festivalurin verður hildin í Syðrugötu.
Bygdirnar eru ruddaðar og alt, sum vit kunnu hava ávirkan á, er fingið upp á pláss, so tey fleiri túsund, sum nú streyma norður til G!Festivalin, kunnu föla seg vælkomnan.
Sandurin er ruddaður og göturnar inni á festivalökinum eru skipaðar so, at til ber at halda festivalin í so góðum umstöðum sum til ber.
Ein rúgva av bilum skulu hava parkeringsökið í Syðrugötu og við Götugjógv. Hetta er um at koma upp á pláss, so tá festivalurin byrjar eru öll tingini komin upp á pláss til festivalgestirnar.
Fólk sum heild eru fegin og errin av, at G! Festivalurin er vorðin eitt afturvendandi tiltak í kommununi, sum við tíðini er vorðið ógvuliga væl fyriskipað – og skipað við øllum tí, sum hoyrir til eitt so umfatandi tiltak
Borgarstjórin í Eysturkommunu bjóðar øllum at vera vælkomnum til bygdar, nú hetta stóra tiltak, sum G! Festivalurin er, enn einaferð verður reist á føtur.